
Úti í Mattalág í Havn í 1952 - svart/hvítur filmur, ið Gunnar Gunnarsson (1916-1992) filmaði. Inga Simonsen, dóttir Gunnar skrivar soleiðis um upptøkuna: - Giti at tað er mín føðingardagur, tí tey, sum eru við á hesum filminum gingu í sama flokki, sum eg., Her er Elin Guttesen (Elin hjá Kissa) Katrin Thomassen (dóttur Elinborg og Poul E. Petersen) Randi Michelsen, Guðrið Sørensen, Karen Stærmose, Jacobina Setberg (hjá Ingu og Mikkjal Samuelsen). Vit systrarnar (Sólvá, Jórun og eg) eru í kjólum, sum mamma hevði seymað. Smágentan er Sigrun Joensen, dóttir Solveig mostir og Håkon Joensen. Beiggi (lítli Gunnar er eisini á myndunum. - Pabba var júst byrjaður at "filma" og hann hevði fingið at vita, at tað var best um fólk rørdu seg, tí fingu vit boð um at ganga ein túr runt um húsini :-) - Í endanum á filminum síggja vit Juliu (ommu) og Jørgen (abba), sum vóru fosturforeldur hjá mammu okkara, og har er eisini Marianna og Fía í Thule í Klaksvík, sum høvdu verið í Havn og ferðast. - Man kann seta ferðina á filminum niður við at trýsta á hjólið undir filminum og velja lægri ferð, t.d. 0,75 ella 0,50. Har er ein ljóshærd genta, sum eg ikki minnist hvør er. Kanska onkur veit. Smágentan í bundnu klæðunum - seinast í filminum - er systkinabarnið Gudny Munro, sum nú býr í Charlotte í USA.