
Norðurrás-búgvar í Havn syngja "Fagra Blóma" 20. mars í 2020. Jóanis Erik Køtlum við harmoniku og Bogi Jacobsen við gittari syrgdu fyri at lyfta felagssangin. Sungið var í samband við intiativið hjá Kringvarpi Føroya, at fólk skuldu savnast uttanfyri kring alt landið fyri at syngja "Fagra Blóma" hjá Poul F. fyri at lyfta hýrin og lagið hjá fólki, og fyri at kunna standa saman eina løtu.